Vakurt útsýni og mitt í býnum

At kampera í høvuðstaði Føroya er ein einstøk uppliving. Her kanst tú fáa eina øðrvísi uppliving, har náttúra og býarlív koma saman.

Við at gista á kampingplássinum úti við Strond í Havn, hevur tú møguleikan at vakna upp til eitt framúr vakurt útsýni ímóti Nólsoyarfirði.

Gang ein stuttan túr oman í býin og har hevur tú møguleikan at njóta ein góðan kaffe latté á einari kafé, ella far ein túr gjøgnum viðarlundina og enda á Listasavninum. Seinni kanst tú njóta kvøldið á kampingplássinum og hugna tær við øðrum kampistum.

í Havn er kamping upplivingin meir enn bara gisting, men eitt høvið at blanda náttúruna og mentanarlív saman, sum bert Føroyar kann bjóða.